- Tað er heilt fantastiskt at standa her í dag, sigur Kristina Háfoss, fíggjamálaráðharri, í filmssamrøðu við Portalin. Kristina Háfoss var mentamálaráðharri, tá tað fyrstu feðr varð samtykt at byggja miðnámsskúla í Marknaðargili og samstundis savna Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska Skúla í sama húsi.
- Tað eru tíggju ár, síðani lógin sjálv varð samtykt, og nú tíggju ár seinni, stendur bygningurin her. Eg haldi vit øll kunnu verða fegin um tað, greiðir Kristina Háfoss frá.
Hon sigur eisini, at skúlin er eitt úrslit av breiðari semju ímillum allar flokkarnir og ímillum ymisku miðnámsskúlarnir í Tórshavn. Hon fegnast um, at tað eydnaðist at fáa semju ímillum allar flokkarnir.
Fìggjamálaráðharrin lovar eisini, at fari verður undir bygning til Fróðskaparsetur Føroya um nøkur ár.
- Men alt kann ikki gerast í senn. Nú er Glasir liðugur, vit hava aðrar stórar verkætlanir, sum eisini skulu gerast lidnar, eitt nú útbygging av landssjúkrahúsinum. Men tá landssjúkrahúsið er liðugt í 2020-2021 stendur fróskaparsetrið á skrá, sigur hon.
Til ber at síggja alla samrøðuna við at trýsta á myndina omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald