- Kenslan er ótrúliga góð.
Tað sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, nú nýggi stásiligi bygningurin er klárur at flyta inn í.
- Tað er ein ómetaliga góð kensla at hava fingið ein so góðan bygning og at sleppa at brúka hann. At sleppa at verða tey, sum avgerða, hvussu vit brúka hann, greiðir rektarin frá.
Hann sigur eisini, at tað gevur studentum í Føroyum nógvar møguleikar, at so nógvir næmingar nú verða savnaðir undir somu tekju. Hann vónar eisini, at útbúgvingarnar við tíðini verða flættaðar meira saman.
- Nú noyðist tú ikki at hugsa líka nógv um, hvar tíni vinfólk fara, tí at øll tey, sum velja at fara á miðnám, um tað er tekniskt ella gymnasialt, koma her, greiðir hann frá.
Til ber at síggja alla samrøðuna við at trýsta á myndina omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald