Uttanlands

Vil hava allan heimin koppsettan áðrenn 2022 er liðið

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson skal í komandi viku vera vertur fyri G7-toppfundi, og londini eiga at koma við einari felags yvirlýsing um at fáa allan heimin koppsettan áðrenn næsta árið er liðið, heldur hann

– Eg heiti á allar G7-leiðarar um at vera við til at gera enda á hesari ræðuligu farsóttini, sigur Boris Johnson (Mynd: EPA)

– Eg heiti á allar G7-leiðarar um at vera við til at gera enda á hesari ræðuligu farsóttini, sigur Boris Johnson (Mynd: EPA)

2021-06-06 18:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku verður bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson vertur fyri ársins G7-toppfundi, sum verður í strandarbýnum St. Ives í Onglandi, og málið eigur at vera ein felags yvirlýsing um at fáa allan heimin koppsettan áðrenn ár 2022 er liðið, heldur hann.

– At koppseta allan heimin áðrenn endan av komandi ári hevði verið størsta bragdið í læknafrøðiligu søguni, sigur Boris Johnson sambært Ritzau.

– Eg heiti á allar G7-leiðarar um at vera við til at gera enda á hesari ræðuligu farsóttini og binda seg til ongantíð aftur at loyva hesum slagi av oyðileggilsi, sum koronavirusið hevur elvt til.

G7-fundurin verður í døgunum 11. – 13. juni. Á fundinum luttaka leiðarar úr Fraklandi, Týsklandi, USA, Italia, ES, Japan og Kanada.

Fleiri av teimum vælbjargaðu londunum hava longu koppsett stórar partar av íbúgvunum, men hjá teimum meira fátæku londunum gongur minni væl.

Hetta hevur fingið smittufrøðingar og aðrar serfrøðingar á heilsuøkinum at ávara um, at koronavirusið tí framhaldandi kann spreiða seg og mutera, um borgarar í fátæku londunum ikki verða koppsettir.

Stórabretland hevur bílagt fleiri enn 500 mió. skamtar av koronukoppingarevni, og teir, sum landið ikki hevur brúk fyri, verða latnir til onnur lond, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder