Innanlands

Vil ikki siga nær val verður útskrivað

Eg fari ikki at siga í dag, nær valið verður útskrivað, og hvønn dag tað verður, men tað fáa tit at síggja um heilt stutta tíð, sigur Aksel V. Johannsen, løgmaður við Kringvarpið

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-07-28 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í mánaðinum segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at hann fer at útskriva val á ólavsøku, og at valið fer at vera 31. august. Hann segði tá, at hann ikki helt tað vera nakra orsøk til at halda tað loyniligt.

Men í dag segði hann seg ikki vilja siga, nær val fer at verða, tá Kringvarpið spurdi hann.

- Eg fari ikki at siga í dag, nær valið verður útskrivað, og hvønn dag tað verður, men tað fáa tit at síggja um heilt stutta tíð, segði hann.

Seinasta løgtingsval var 1. september 2015, og sambært vallógini er eitt valskeið fýra ár, men av tí at 1. september í ár er ein sunnudagur, er freistin at hava val 31. august.

Freistin hjá løgmanni at skriva út val er um seks dagar, 3. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder