Teir fýra mennirnir, sum drópu norsku Marin Ueland og donsku Louisu Vestager Jespersen, vóru á staðnum fyri at drepa turistar. Men teir valdu norðurlendsku kvinnurnar út av tilvild.
Tað skrivar VG.NO.
Myndugleikarnir í Marokko og danska fregnartænastan hava sligið fast, at talan er um yvirgangatsókn. Teir fýra mennirnir hava svorið trúðskap til ISIS, men teir hava arbeitt sjálvstøðugt uttan boð frá felagsskapinum.
Løgreglan í Marokko hevur eisini boðað frá, at ein av teimum fýra monnunum er blivin dømdur fyri at arbeiða fyri yvirgangsfelagsskapir áður. Tað hendi í 2013, tá hann varð dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri at hava arbeitt við at fáa fólk at melda seg inn í ISIS. Hann varð leyslatin í 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald