Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech var tað fyrsta koppingarevnið fyri koronu, sum varð góðkent av ES, og eisini tað einasta koppingarevnið, sum verður brúkt í Føroyum. Koppingarevnið er góðkent til fólk í aldrinum 16 ár og uppeftir, men fyritøkurnar Pfizer og BioNTech hava nú søkt um at fáa evnið góðkent til børn millum 12 og 15 ár eisini.
Fyrr í hesum mánaðinum varð eisini søkt um at fáa koppingarevnið góðkent til børn niður í 12 ár í USA, og stjórin í BioNTech segði hósdagin, at mann kann byrja at koppseta eldri børn í juni. Nú verður søkt um at fáa koppingarevnið góðkent til sama aldursbólk í ES.
Tað er evropeiski heilivágsstovnurin (EMA), sum skal viðgera umsóknina hjá Pfizer og BioNTech. Stovnurin kemur síðani við einum tilmæli, sum ES-kommisjónin skal taka støðu til, og tilmælini hjá EMA verða sum oftast fylgd, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald