Seinnapartin í dag savnaðist ein rúgva av mótmælisfólkum í miðbýnum í London.
Mótmælisfólkini, harímillum politikkarar og fakfelagsleiðarar, krevja nýval í Bretlandi.
Umframt Brexit snúði mótmælið seg eisini um fíggjarliga ójavnan, sum sambært fyriskiparunum hevur klívt Bretland í tvey.
- Vit hava eina stjórn, sum einki kennir til tann óttan, sum nógvir bretar verða órógvaðir av dagliga, sigur Steve Turner úr fakfelagnum Unite sambært DR.
- Síðan tey konservativu fingu valdið, er talið av heimleysum tvífaldað, sigur hann.
Sambært fyriskiparum møttu eini 5.000-10.000 fólk upp til mótmælistiltakið.
Fleiri mótmælisfólk høvdu fingið íblástur úr Fraklandi og vóru í gulum vestum.
Í minsta lagi tveir franskir forsprákarar vóru eisini møttir upp til tiltakið at stuðla bretum.
- Eg vildi mett, at "Gulu vestarnir" í Fraklandi er líka sum tann rørslan, ið er við at koma fram í Onglandi. Fólk hava fingið nokk av fátækradømi, órættvísi og sosialum og fíggjarligum órættvísi," sigur ein teirra við tíðindastovuna AFP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald