Uttanlands

Vilja hava ráðgevan hjá Boris Johnson at leggja frá sær

Sambært fleiri miðlum gjørdi hann ímóti ferðaforboðnum hjá myndugleikunum og vitjaði foreldur síni, meðan hann hevði sjúkueyðkenni

Dominic Cummings (Mynd: EPA)

Dominic Cummings (Mynd: EPA)

2020-05-24 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein rúgva av konservativum politikarum heita í dag á Dominic Cummings, hægsti ráðgevi hjá bretska forsætisráðharranum Boris Johnson, um at leggja frá sær.

Áheitanin kemur í kjalarvørruni av søgunum hjá miðlunum Daily Mirror og The Guardian um, at Dominic Cummings gjørdi ímóti einum ferðaforboði, tá hann í mars ferðaðist til Norðuronglands at vitja foreldur síni, meðan hann hevði COVID-19 sjúkueyðkenni.

Boris Johnson hevur víst aftur, at Dominic Cummings skal hava gjørt ímóti forboðnum. Hann sigur seg ikki vilja brúka tíð uppá "falskar skuldsetingar".

Men í dag hava fleiri høgtstandandi konservativir politikarar lagt trýst á Dominic Cummings.

Hann hevur skatt umdømið hjá bretsku stjórnini, og eigur hann tí at umhugsa at leggja frá sær, heldur konservativi tjóðartingslimurin Simon Hoare.

Sjálvur vísir ráðgevin hjá Boris Johnson aftur, at hann hevur gjørt ímóti nøkrum forboði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder