Uttanlands

Vilja hava vápnahvíld í Gaza alt fyri eitt

Í felags fráboðan heita uttanríkismálaráðharrar í Týsklandi, Fraklandi og Stórabretlandi á partarnar um at taka samráðingarnar uppaftur og fáa í lag eina varandi vápnahvíld

Burturriknir palestinar á ruskplássi í Gaza býi (Mynd: EPA)

Burturriknir palestinar á ruskplássi í Gaza býi (Mynd: EPA)

2025-03-22 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týskland, Frakland og Stórabretland heita á Ísrael og Hamas um at taka uppaftur vápnahvíldina alt fyri eitt.

Tað framgongur í felags fráboðan frá týska uttanríkismálaráðharranum Annalena Baerbock, franska uttanríkismálaráðharranum Jean-Noel Barrot og bretska uttanríkismálaráðharranum David Lammy.

Tað at Ísrael aftur er byrjað at leypa á mál í Gaza er eitt "dramatiskt afturstig fyri fólkið í Gaza, gíslarnar, familjur teirra, og alt økið", siga teir.

Heitt verður á "allar partar um at taka uppaftur samráðingarnar og tryggja, at vápnahvíldin verður gjøgnumførd og verður varandi".

Heitt verður eisini á Hamas um at leyslata allar gíslar, sum eftir eru í Gaza, og at hernaðarliga rørslan hvørki skal stýra Gaza ella vera ein hóttan móti Ísrael. Eisini verður heitt á Ísrael um at virða altjóða lóg fullkomiliga og loyva neyðhjálp at koma inn í Gaza, skrivar Ritzau.

Fráboðanin kemur, eftir at ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, hótti við at taka meira landøki í Gaza, um fleiri gíslar ikki vórðu leyslatnir av Hamas.

Fyrsta stig av vápnahvíldini, sum byrjaði 19. januar, endaði 1. mars. 

Les eisini: Ísrael hóttir við at taka meira landøki í Gaza

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder