
Ísrael fer at taka ræði á meira landøki í Gazageiranum, um Hamas ikki leyslatir fleiri gíslar, sigur ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz.
Hann sigur, at Gaza fer at missa meira landaøki, jú longri Hamas noktar at leyslata gíslarnar.
Les eisini: Ísrael er farið aftur í landkríggj móti Hamas í Gaza
Katz sigur, at hann hevur givið ísraelska herinum boð um at taka fleiri øki í Gaza, flyta íbúgvar burtur og víða um "trygdarøkið" kring Gaza.
Harafturat fer Ísrael at brúka "hernaðarligt og sivilt trýst", harundir at flyta íbúgvar í Gaza suðureftir og seta ætlanina hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump í verk, sigur ísraelski verjumálaráðharrin.
Í februar legði Trump fram ætlan um at byggja Gaza uppaftur. Sambært ætlanini eiga tvær milliónir palestinar at verða fluttir úr Gaza til Jordan og Egyptaland. Hareftir ætlar Trump at byggja Gaza uppaftur og gera tað til eitt "Riviera í Miðeystri".
Síðani eru egyptar komnir við teirra egna uppskoti, sum fleiri arabisk lond taka undir við, og Trump hevur síðani kúvent og undirstrikað, at "eingin fer at útvísa nøkrum palestinum úr Gaza".
Les eisini: Arabisku londini við ætlan um enduruppbygging av Gaza
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald