Í gjárkvøldið skuldi borgarafundur verða á Eiði, sum skuldi snúgva seg um tær seks vindmyllurnar, ið SEV ætlar at seta upp nærhendis Eiðisvatn skjótast gjørligt. Har skuldi felagið, sum í fjør vann útboðið, luttaka saman við Eiðis kommunu. Bæði umboðini skuldu leggja fram og ætlanina og svara uppá spurningar frá borgarum.
Les eisini: Borgarfundurin um vindmyllulundina á Eiði fyribils útsettur
Í Degi og Viku í gjár var innslag um málið. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, var í sjónvarpsstovuni, og hann segði at vindmyllurnar í fyrsta lagi verða settar upp á sumri 2021 og ikki í ár, sum ætlanin var.
Orsøkirnar eru fleiri sambært innslagnum:
- Framleiðarin skal fyrst meta um staðið, har myllurnar skulu setast upp, áðrenn gongd kann koma á. Hendan tilgongdin kann taka tíð.
- Byggiloyvi er framvegis ikki komið uppá pláss
- Hagastýrið hevur reist nøkur ivamál um SEV, og hetta kann eisini seinka tilgongdina og møguliga steðga henni heilt.
Tá SEV vann útboðið, var mynduleikin, ið er Umhvørvisstovan, ikki varðugur við, at tað var ein trupulleiki millum hagan og SEV. Hetta snýr um eitt gamalt stríð viðvíkjandi millum hagan og SEV um milum annað Eiðisvatni, ið er í økinum, har vindmyllulundin skal vera.
Einki bendir í løtuni á, at myllurnar omanfyri Eiðis bygd verða settar upp í ár, og hetta fer at geva SEV ein meirkostnað á áleið 12 milliónir, sigur Hákun Djurhuus.
Sí innslagið alt her
Innanlands
Vindmyllurnar á Eiði verða ikki settar upp í 2020
Borgarafundurin um vindmyllulundina varð brádliga útsettir, og SEV noyðist eftir øllum at døma at útseta til í fyrsta lagi á sumri 2021, og møguliga sleppa ætlanini. Loyvir mangla, og støðan er ivasom
2020-01-14 18:53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald