Innanlands

Vindrøkt styrkt seg við Effo

Effo er nýggjur partaeigari í Vindrøkt, sum Jóhan í Niðristovu rekur

Janus Thomsen, stjóri í Effo og Johan í Niðristovu, Vindrøkt (Mynd: Sverri Egholm)

Janus Thomsen, stjóri í Effo og Johan í Niðristovu, Vindrøkt (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-16 15:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Felagið Vindrøkt, ið Jóhan í Niðristovu rekur, hevur styrkt seg við Effo sum parteigara í felagnum. 
 
Vindrøkt framleiðir orku úr vindi og hevur stórar ætlanir um at gera nýggjar vindmyllulundir og hevur eisini fleiri økir klár til endamálið. 
 
Harafturat hevur Vindrøkt fingið ávegis loyvi at seta eina Pumped Storage skipan í verk, ið veruliga hevði munað í sambandi við at gera Føroyar 100% grønar í 2030. 
 
Átøkini og ætlanirnar hjá Vindrøkt eru í tráð við Orkupolitisku ætlanina hjá verandi samgongu, og sær felagið stórar møguleikar fyri framman. 
 
”Effo hevur veitt orku til føroyingar í 100 ár, og ynskja vit at gera hetta framhaldandi. Politiskt eru sett greið mál fyri, at øll orkunýtsla á landi skal vera grøn í 2030. Sum orkufelag ynskja vit eisini at arbeiða fyri at føra Føroyar fram á eina grønari leið”, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo. 
 
Um ognarskapin í Vindrøkt leggur Janus Thomsen afturat, ”Vindrøkt var fyrsta felagið at veita føroyingum orku úr vindi á búskaparligum grundarlagi, og hevur Jóhan í Niðristovu verið undangongumaður innan grønar orkuloysnir. Tískil fegnast vit um at gerast partur av hansara ætlanum. 
 
Serliga fegnast vit um, at Effo longu frá í dag av framleiðir grøna orku úr vindmyllulundini hjá Vindrøkt á Mýrunum í Vestmanna.” 
 
Fyri Vindrøkt hevur avtalan við Effo alstóran týdning. 
 
”Vindrøkt hevur stórar ætlanir fyri vindmylluútbyggingum fyri framman. Talan er um stórar verkætlanir, so eg fegnist um at hava fingið eitt so sterkt felag sum Effo við í ætlanirnar, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri á Vindrøkt.” 
 
Eitt av økjunum, ið Vindrøkt hevur tøkt at brúka, er Gellingarklettur, ið liggur nakað omanfyri verandi vindmyllulund í Húsahaganum. Somuleiðis hevur Vindrøkt eina avtalu við Junkarahagan millum Kvívík og Vestmanna, ið er eitt sera áhugavert økið, tá talan er um vindorku. 
 
Felagið metir tó verkætlanina á Gellingarkletti vera mest náttúrliga at fara undir beinanvegin. Verkætlanin kann tvífalda verandi orkumegi frá vindorku í Føroyum og veita streym til uml. 6.000 húsarhald longu í 2019. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder