Vísindavøka fer á ferð á Seglloftinum á Tvøroyri mánakvøldið klokkan 19:30.
Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 17. til 26. september. Í ár verður tiltakið skipað nakað øðrvísi enn áður. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti.
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið.
Tað verður eisini ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í kaffisteðginum.
Framløgurnar á Seglloftinum eru:
Kári Mortensen, Umhvørvisstovan: Sólorka
Lena Nolsøe, Tjóðskjalasavnið: Fruentimmerpynt m.m. - Handilsloyvi og handilin hjá Elisabeth Helenu Müller frá 1836
Ása Johannesen, fiskaaling: Atferð hjá rognkelsum og laksi í tveimum alibrúkum í Føroyum
Les meira um Vísindavøku og Vísindavøku á ferð her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald