Mentan

Vísindavøka á ferð: Hoyr meira um súluna og um fiskayngul á Landgrunninum

Fyrilestrarøðin “Vísindavøkan á ferð 2018” byrjar 17. september og endar 26. september

2018-09-17 19:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum partur av fyrilestrarøðini “Vísindavøkan á ferð 2018” fara Bergur Olsen og Sólvá Jacobsen frá Havstovuni at halda hvør sín fyrilestur.

Sólvá Jacobsen fer at halda ein fyrilestur við heitinum: “Hvussu ávirkar fiskayngul vistskipanina á Landgrunninum?” Hesin fyrilesturin verður á Sands Bókasavni hóskvøldið 20. september kl. 19:30.

Bergur Olsen fer at halda ein fyrilestur “Um súlu og súluveiðu” í Sørvágs Bókasavni mánakvøldið 24. september kl. 19.30. Bergur hevur talt súlur í nógv ár og fylgt við árligu veiðini av grásúlum. Í fyrilestrinum fer hann m.a. at greiða frá hesum.

Fyrilestrarøðin “Vísindavøkan á ferð 2018” byrjar 17. september og endar 26. september. Í hesum tíðarskeiði verða 15 fyrilestrar kring landið. Sjálv Vísindavøkan 2018 verður fríggjadagin 28. september frá kl. 8.00 til á leið kl. 17.00. Hon verður í ár í nýggja Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju.

Meira kann lesast um vísindavøkuna her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder