Innanlands

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár

Granskingarráðið skipar fyri tiltøkum kring landið

2018-09-05 10:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 17. til 26. september.

Í ár verður tiltakið skipað nakað øðrvísi enn áður. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti. Tiltøkini verða á Seglloftinum á Tvøroyri 17.9., við Løkin í Runavík 19.9., á Sands Bókasavni 20.9., á Sørvágs Bókasavni 24.9. og á Tekniska Skúla í Klaksvík 26.9.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Til dømis ber til at hoyra um súlu og súluveiðu, um vit hava meira vind í Føroyum nú enn fyrr, um nær ein læraraútbúgving er nóg góð og um einkjur og einkjumenn í Føroyum í 1800-talinum, fyri at nevna nakrar úr rúgvuni, skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni.

Les meira á:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/skra-fyri-visindavoku-a-ferd-2018/

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder