Innanlands

Vit hava bert 80 ár eftir

Við tí ferð við brúka tilfeingi á Jørðini, hava vit bert 80 ár eftir á henni

2018-08-02 07:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár var “Earth Overshoot Day”, sum er dagurin á árinum, har vit menniskju hava brúkt meiri av tilfeinginum á Jørðini enn hon megnar at endurnýggja hetta. Dagurin í gjár kom ein dag fyrr enn í fjør, tá hesin dagur var 2. august.

Sambært Bo Øksnebjerg, aðalskrivara í WWF Danmark, málar eina dapra mynd:

- Um vit ikki gera okkurt við hetta og hugsa um hvussu vit nýta tilfeingi, men heldur halda fram sum nú, so eru áleið 80 ár eftir. So eru fólk, sum verða fødd í ár, sum fara at síggja endan, um vit ikki gerast klókari.

Les eisini: Í dag hava vit brúkt okkara tilfeingi fyri 2018

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder