Viðmerking: Um ein er glaður fyri úrslitið á løgtingsvalinum ella ikki, so kunnu vit øll helst vera samd um, at tær báðar sendinganar “Valið um virðini”, sum seinastu dagarnar hava verið vístar í Kringvarpinum, er framúr sjónvarp.
Í sendingunum sleppur hyggjarin at síggja ymiskt, sum hann vanliga ikki sær. Tvey sjónvarpslið fylgdu Aksel V. Johannesen og Jørgen Niclasen í seks dagar áðrenn valið.
Tveir troyttir floksformenn kvøldið fyri valið. Teir tosa um at valdysturin er ov langur (Skíggjamynd: KVF)
Millum annað er áhugavert at hoyra politikararnar práta saman áðrenn dysturin fer í gongd í hesum ymsu pallborðsfundunum kring landið. Skemtiligt og vinarligt prát, sum flest vanligu fólk helst ikki kenna tað frá politikarum.
Vit sleppa eisini at fylgja við, tá samskiftisfólkini geva góð ráð til politikararnar um hvørji orð skulu brúkast, og hvussu ein skal orða seg soleiðis at júst rætti boðskapurin kemur út til fólkið.
Á valdegnum liggur ein spentur Jørgen Niclasen á knæ í einum kamari og fylgir við hvussu atkvøðurnar fella í ymsu valstøðunum, áðrenn hann leitar sær til Havnar. Helst ein av bestu myndunum í sendingunum.
Jørgen Niclasen ger vart við sína ónøgd (Skíggjamynd: KVF)
Gjøgnum valstríðið var nógvur ágangur á Fólkaflokkin, og hetta kemur eisini fram í sendingini. Aksel V. Johannesen og samskiftisráðgevin tosa millum annað um hetta í fyrstu sendingini, og í seinnu sendingini gerst Jørgen Niclasen í øðini inn á Kringvarpið eftir at Brynhild Thomsen, journalistur, viðmerkti valstríðið, í steðginum til valfund í Kongshøll kvøldið fyri valdagin. Aftaná sendingina tosa Jørgen og Brynhild saman og hóast sjónvarpsligi tekur alt upp, verður tað ikki spart upp á orðini.
Heima hjá Akseli V. Johannesen valkvøldið (Skíggjamynd: KVF)
Teir tríggir samgonguleiðararnir samlaðir í einum bili ávegis til Klaksvíkar á valfund. Millum annað menningarkvoturnar og nýggja valevni hjá Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, verða umrødd (Skíggjamynd: KVF)
Tað má sigast at hava eydnast sera væl hjá sjónvarpsliðnum, at vera fluga á vegginum, og vit sleppa undir húðina á hesum báðum floksformonnunum. At ikki ávirka tað, sum fer fram í so stóran mun, at tað gerst stívt.
Valið var 31. august, og sendingarnar vóru sendar nú um ársskiftið. Hetta er lang tíð, og um ein skal finnast at nøkrum er tað, at tær kundu verið sendar fyrr.
Men gott sjónvarp úr Sortudíki, eingin ivi um tað.
Eyðun Müller Thomsen og Uni Leitisstein Hansen løgdu sendingarnar til rættis.
Síggj sendingarnar her
Valið um virðini 1:2
Valið um virðini 2:2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald