Innanlands

Vita ikki um brek á Teistan ávirkar Ovastevnu

Strandferðslan arbeiðir við eini loysn, men veit enn ikki, um brek á Teistan kann ávirka siglingina á Ovastevnu

Mynd: ssl.fo

Mynd: ssl.fo

2018-08-03 17:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyri løtu síðani komu boð frá strandferðsluni um, at Teistin ikki siglir meira í kvøld, tí hol er komi kúlustevnið og at Ternan tí røkir siglingina til Skopunar um kvøld. 

At Ternan siglir til Skopunar merkir, at Jósup skal røkja siglingina til Nólsoyar, har Ovastevna er í morgin. 

Á rutuupplýsingini hjá Strandferðsluni siga tey, at tey arbeiða við eini loysn fyri í morgin. Tey kunnu enn ikki siga, um brekið á Teistan merkir, at broyting verður í siglingini til Nólsoyar í morgin ella um Jósup skal sigla til Skopunar. 

Tey siga at upplýsingar koma leypandi á heimasíðuna, men tey rokna ikki við, at ein loysn er funnin fyrr enn í morgin. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder