Uttanlands

Vitan um Føroyar skal styrkjast í Danmark

Stjórnin vil brúka 15 mió. til at økja kunnleikan, og borgarar skjóta upp, at Ríkisfelagsskapurin skal á tímatalvuna

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur

2018-09-07 15:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eitt nýtt borgarauppskot - tað er eitt uppskot frá borgarum, og sum við 50.000 undirskriftum kann verða lagt fyri Fólkatingi sum lógaruppskot - í Danmark leggur upp til, at undirvísing um Ríkisfelagsskapin, Føroyar og Grønland skal verða ein fastur partur av tímatalvuni í danska fólkaskúlanum.

Hetta er eitt sjónarmið, sum Sjúrður Skaale fleiri ferðir hevur borið fram á Fólkatingi og í almenna orðaskiftinum í Danmark.

Støðið undir hesum hevur m.a. verið stóra kanningin, sum Javnaðarflokkurin læt gera í 2013, og sum vísti, at vitanin millum danir var avmarkað. Serliga var tað spurningurin um danskar peningaligar veitingar til Føroya, sum sýndi eina púra skeiva fatan. Einans 6% vistu, at blokkstuðulin er minni er ein milliard - hini hildu hann vera nógv hægri.

Hetta hevur so havt við sær, at danskir myndugleikar - m.a. í samstarvi við Javnaðarflokkin á Fólkatingi – hava latið gera undirvísingartilfar til danska fólkaskúlan.

Men í onkrum førum hevur samstarvið verið ov lítið, og sumt av tilfarinum hevur meira styrkt fordómarnar enn vitanina.

- Í fjør heitti eg á stjórnina at gera rættingar í tilfarinum og at gera undirvísing um Føroyar og Grønland til ein obligatoriskan part av undirvísingarætlanini. Rættingarnar vórðu gjørdar beinan vegin, men stjórnin vildi ikki taka avgerandi stigið og gera undirvísing um Føroyar til ein obligatoriskan part av tímatalvuni.

15 mió. til upplýsing
Men við áhaldandi at vísa á trupulleikan, kann ein kortini støðugt skapa smá framstig. Eitt teirra er, at tað á fíggjarlógunum fyri komandi fýra árini eftir ætlan verða settar 15 mió. kr. av til at økja danska kunnleikan um Ríkisfelagskapin.

- Hetta vísir, at tað hevur givið úrslit at vísa á skeivleikarnar inni í politisku skipanini. Og borgarauppskotið, sum nú er lagt fram, vísir, at tað eisini ger mun at føra hetta fram í almenna orðaskiftinum.

- Føroyar brúka sera nógva tíð, pengar og orku til at læra børnini danskt mál og geva teimum kunnleika um Danmark, og tí líkist tað ongum, at tað framvegis ber til at ganga 10 ár í einum danskum fólkaskúla uttan at hava nakað um Føroyar yvirhøvur. Tað rætta var, at eitt sindur at undirvísing um Føroyar bleiv obligatorisk. Men eg fegnist kortini um øll tey stig, sum verða tikin rætta vegin, sigur Sjúrður Skaale.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder