Vit føroyingar fara til lækna í miðal tríggjar ferðir um árið. Hetta vísir ein nýggj samanteljing, sum Hagstovan hevur gjørt út frá upplýsungum, sum Hagstovan hevur fingið frá Heilsutrygd.
Upplýsingarnar fevna um virksemið trý tey síðstu árini 2016-2018, og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, eftir vakttíð og eftir aldri og kyni.
Seta vit talið av viðtalum hjá fólki við bústaði í Føroyum í mun til fólkatalið, svarar tað í 2018 til trígjar viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum.
Eitt sindur av muni er millum økini í landinum, tá viðtalur verða roknaðar í mun til fólkatalið í økjunum. Lægst er talið í Suðurstreymoyar økinum við 2,8 viðtalum pr. íbúgva, og hægst í Sandoyar økinum við 4,6 viðtalum pr. íbúgva.
Tað sæst eisini, at tað er stórur munur millum bústaðarøkini í broytingini bæði frá 2016 til 2017 og frá 2017 til 2018. T.d. hevur tað stóra ávirkan, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki og í staðin koma skiftandi avloysarar, sum m.a. sæst í broytingini frá 2016 til 2017 í Suðuroy.
Hinvegin hendir tað øvugta í Norðoyggjum og í Vágum frá 2017 til 2018, tá fastir kommunulæknar koma í starv í staðin fyri skiftandi avloysarar. Hetta er eisini ein høvuðsorsøk til stóra munin í vøkstrinum hesi árini, skrivar Hagstovan á netinum.
Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 93 prosent, fer fram í dagtíð, t.v.s. mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og 16. Hálvtfjórða prosent fara fram í sonevndari A-vakt, sum í høvuðsheitum er um kvøldarnar, og onnur hálvtfjórða prosent fara fram í sonevndari B-vakt, sum í høvuðsheitum er um næturnar og í vikuskiftinum.
Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður eftir hvussu stórur partur av viðtalunum fer fram í dagtíð og harvið eisini, hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð.
Serliga skilir Suðurstreym seg burturúr við 88 prosentum av viðtalunum í dagtíð, t.v.s. 12 prosent uttan fyri dagtíð, samanborið við t.d. Norðoyggjar og Suðuroy, har 98-99 prosent eru í dagtíð, t.v.s. bert 1-2 prosent er uttan fyri dagtíð. Hetta kann koma av, at tað hava manglað kommunulæknar í Tórshavn og samstundis hevur atgongdin til kommunulæknavaktina har verið lættari enn aðrastaðni.
Verður hugt eftir viðtalum eftir aldri og kyni, sæst, at 56 prosent av viðtalunum eru við konufólk og 44 prosent við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini, men síðan er størri parturin av viðtalunum við konufólk.
Verður talið av viðtalum roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar pr. íbúgva í 2018 eru hjá børnum í skúlaaldri við 1,4-1,5, meðan títtleikin so hækkar líðandi og er oman fyri 6 viðtalur pr. íbúgva hjá fólki eldri enn 75 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald