Uttanlands

Vøkstur um alt landið - undantikið Sandoy og Suðuroy

Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-08-20 11:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísir, at munandi fólkavøkstur er í øllum sýslunum í Føroyum uttan í Sandoyar og Suðuroyar sýslu.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,2%, har av serliga í Sjóvar og Nes kommunum við næstan 6 prosentum.

Næst eftir Eysturoyar sýslu er lutfalsliga størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 1,9%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 358 fólkum. Síðani Streymoyarøkinum uttan Tórshavn við 1,8%. Í Norðoya og Vága sýslum var vøksturin 1,7%, ið er sum miðaltalið fyri alt landið.  

So er eitt langt lop niður til Sandoyar sýslu, har fólkatalið minkaði við einum, og Suðuroyar sýslu, har tað minkaði við 9 fólkum.

Sandoy og Suðuroy hava onki fingið úr fólkavøkstrinum síðstu árini
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-8% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu hálvfimtu árini.

Landafrøðiliga er lutfalsliga størsti vøkstur í nøkrum av smærri og miðalstóru kommunum
Kommunurnar eru so ógviliga ymiskar í stødd, so ringt er at gera samanberingar. Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 398 og Klaksvíkar við 77, men miðalstórar kommunur sum Nes og Sjóvar veksa næstan líka nógv í tali sum Klaksvíkar og dupult so nógv sum Runavíkar kommuna, ið er 3-4 ferðir so stór sum hesar báðar.

Av størstu kommununum er lutfalsligi vøksturin størstur í Tórshavnar kommunu við 1,9%, meðan Klaksvíkar kommuna liggur nakað niðan fyri landsmiðal við 1,5% og Runavíkar kommunur niðan fyri helvtini av landsmiðal við 0,8%.

Av størri kommununum er tað bara Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið minkar.

Í nøkrum miðalstórum kommunum er vøksturin væl oman fyri landsmiðal, so sum Sjóvar kommuna við 5,8%, Nes kommuna við 5,5%, Sunda kommuna við 2,9% og Vestmanna kommuna við 2,2%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Kunoyar við 13%, Sumbiar við 4,3% og Eiðis við 3,0%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við 17 fólkum hvør og Húsavíkar kommunu við 10 fólkum, Fámjins við 5, Skálavíkar við 4 og Fugloyar við 3 fólkum.  Lutfalsiga var størsta minkingin í Húsavíkar, Fugloyar og Fámjins kommunum.

 

Samanumtikið er vøkstur í 22 kommunum og minking í 7. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

Av oyggjunum er minking í Hesti, Svínoy, Fugloy, Kalsoy, Sandoy og Suðuroy
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó lítil minking bæði í Sandoy og Suðuroy.

Á útoyggjum er ein lítil vøkstur í Nólsoy, meðan Skúvoy, Mykines og Stóra Dímun halda tørn, og tað framvegis minkar í Fugloy og Svínoy. Í Hesti er minkingin stór, har tað er næstan fimtihvør færri nú enn fyri einum ári síðani.

Tó má sigast, at á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta kunnu skifta ymiskan veg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder