Stóra týska bilaverksmiðjan, Vokkswagen, hevur nú sett dagfesting á hvussu leingi verksmiðjan ætlar at framleiða bilar við bensin- og dieselmotorum.
í 2026 byrjar seinasta framleiðsluumfar av bilum við vanligum brennimotorum, upplýsti ein av VW-stjórunum, Michael Joost, á eini bilaráðstevnu í Wolfsburg í gjár.
Í staðin fer VW undir at framleiða meira umhvørvisvinarligar ravmagnsbilar.
- Málini fyri veðurlagsavtaluni frá Paris kunnu røkkast, um tað í 2050 ikki longur koyra bilar við vanligari brennitøkni, sigur Jost við blaðið Handelsblatt.
VW roknar sostatt við, at teir seinastu bilarnar við bensin- og dieselmotorum verða sendir út á marknaðin fyrst í 2030’unum.
Fráboðanin kom eftir av VW nýliga hevur almannakunngjørt sína íløguætlan fyri komandi fimm árini. Her eru 30 milliardir evrur settar av til menning av ravmagnsbilum, skrivar dpa-tíðindastovan.
Longu í 2015 fór VW undir eitt miðvíst skifti mótvegis bilum við battaríum. Hetta hendi í kjalarvørrinum av sokallaðu dieselgøluni.
Gølan byrjaði, tá umhvørvismyndugleikarnir í USA avdúkaðu, at VW hevði sett ritbúna í dieselbilar, sum vístu minni útlát av eitrandi gassum, tá útstoytsroykurin frá bilunum varð kannaður á verkstaði.
VW mátti, sambært Reuters, rinda yvir 27 milliardir evrur í bót.
Eftir avdúkingarnar hava fleiri lond hert umhvørviskrøvini fyri diesel- og bensinbilar, og alheims bilaframleiðarar hava tí lagt stóra orku og pengar í at menna ravmagnsbilar.
Í fjør avdúkaði ráverandi forstjórin í VW, Matthias Müller, eina nýggja ætlan. Samtakið, sum eisini fevnir um Porsche, Audi, Bentley, Seat og Skoda, skuldi innan 2025 menna 80 nýggj sløg av elbilum.
- Kundarnir vilja hava reinar bilar, fólk vilja hava reina luft og tað ætla vit at vera við til at fremja, segði hann.
VW er ikki fyrsta bilaverksmiðja, sum boðar frá at hon gevst við bensin og diesel. Á sumri 2017 boðaði Volvo frá, at tey frá 2019 bert fara at menna bilar, sum heilt ella lutvíst eru elriknir, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald