2018-08-06 22:59
Hóast færri bilar enn annars vanliga verða seldir í summar mánaðunum, so vórðu heili 192 bilar seldir í juli. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni.
Volkswagen er næstmest seldi persónbilur í 2018, og í juli hevði Bilasølan munin við 29 seldum fólkavognum í mun til grannarnar, sum seldu 17 Toyota í juli. Hetta er lægsta talið hjá Reyni Service higartil í ár.
Men fyri fyrstu ferð í ár er Volvo komið í topp 3. Ella rættari sagt, á eitt deilt triðja pláss við Kia. Tjúgu persónbilar vórðu seldir av hesum báðum merkjunum í juli.
Næstmest seldi bilur í juli var Nissan við 23 persónbilum.
Nýggj akfør juli 2018 (Persónbilar)
1 | Volkswagen | 29 |
2 | Nissan | 23 |
3 | Volvo | 20 |
4 | Kia | 20 |
5 | Toyota | 17 |
Nýggj akfør samlað yvirlit 2018 (Persónbilar)
1 | Toyota | 188 |
2 | Volkswagen | 173 |
3 | Renault | 126 |
4 | Ford | 108 |
5 | Kia | 105 |
Kelda: Akstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald