Uttanlands

Vórðu liðugt koppsett fyri tveimum mánaðum síðani – nú hava tey fingið staðfest koronu

Norska Folkehelseinstituttet roynir nú at finna útav, hvussu sjey búfólk á einum norskum røktarheimi eru vorðin smittað við koronu, hóast tey áttu at verið vard av koppsetingini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-09 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á einum røktarheimi í norska býnum Jessheim eru sjey av búfólkunum staðfest smittað við koronu. Hetta hóast tað eru tveir mánaðir síðani, tey vórðu liðugt koppsett.

Hetta er skelkandi, sigur Laurence Jary-Vattøy, yvirlækni í kommununi Ullensaker við norska TV2.

Av teimum sjey búfólkunum, sum eru staðfest smittaði, eru trý teirra smittað við brasilska ella suðurafrikanska frábrigdinum. Um hetta merkir, at koppsetingin ikki riggar móti hesum frábrigdum, kann yvirlæknin ikki siga.

Tvey av teimum smittaðu eru vorðin innløgd á sjúkrahúsi, men ein teirra er longu útskrivaður aftur.

Umframt hesi sjey búfólkini eru fimm starvsfólk á røktarheiminum, umframt tvey, sum hava havt tætt samband við tey, eisini staðfest smittað.

Orsakað av hesum tilburðunum sleppa fólk í Ullensakar kommunu í løtuni ikki at vitja á røktarheimum. Fleiri búfólk á røktarheimum í kommununi eru eisini vorðin kannaði fyri koronu, og enn er úrslitið av kanninunum ikki tøkt.

Fyrsti tilburðurin á røktarheiminum í Jessheim varð funnin leygardagin 3. apríl. Upprunnin til smittuketuna er enn ikki funnin.

Sambært Ritzau roynir norska Folkehelseinstituttet nú at finna útav, hvussu sjey búfólk, sum áttu at verið vard móti smittuni, nú hava fingið staðfest koronu kortini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder