2018-08-31 07:57
Um klokkan 21:30 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá skeinkistaði í Havn, um at fullar mans vóru til fortreð.
Skeinkistaðið hevði útvíst menninar, men eftir eina løtu komu hesir inn aftur. Menninir vóru ófantaligir og høvdu brotið eitthvørt.
Løgreglan kom á staði og vístu monnunum burtur enn eina ferð.
- Hvat hendir víðari í málinum er upp til eigaran av skeinkistaðnum, sum skal taka avgerð um um viðkomandi vil melda hetta sum eitt herverksmál, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald