Uttanlands

Wall Street hevði sín besta dag í níggju ár

Partabrævsindekstalið vaks við 5 til 6 prosentum í gjár

2018-12-27 13:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eftir at hava verið í einum sera tungum tíðarskeiði seinastu tíðina, vóru aftur smíl at síggja á Wall Street. Í gjár var besti dagur á Wall Street í níggju ár.

Ikki síðani mars 2009 er amerikanska partabrævaindekstalið voksið so nógv sum í gjár, tá tað vaks við 5-6 prosentum.

S&P 500- indekstalið og Dow Jones-indekstalið vuksu við fimm prosentum, meðan Nasdaq, sum millum annað hevur tøknirisar sum Google og Facebook, vaks við næstan seks prosentum, skrivar danska TV2.

Hetta hevur annars verið ringasti jólamánaður síðani 1932, og íløgufólk hava seinastu tíðina verið bangin fyri einari harðari fíggjarligari bremsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder