Í dag skal rætturin Nuuk í Grønlandi taka støðu til, um 73 ára gamli kanadiski umhvørvisstríðsmaðurin, Paul Watson, skal latast leysur, ella um varðhaldsfongslingin skal leingjast.
Paul Watson varð handtikin í havnini í Nuuk 21. juli, tá skipið John Paul de Joria legði inn í grønlendska høvuðsstaðnum at bunkra á veg til Kyrrahavið gjøgnum landnyðringsleiðina.
Orsøkin til handtøkuna eru eini altjóða handtøkuboð úr Japan, sum ynskir at rættarfylgja Watson fyri eina hending, sum fór fram við Antarktis í 2010, tá japanskir hvalafangarar vórðu forðaðir í sínum virki.
Rætturin skal sostatt ikki taka støðu til, um Watson skal útflýggjast til Japans ella ikki. Tað er eitt mál, sum danska løgmálaráðið tekur støðu til.
Á rættarfundurin fara verjarnir hjá Watson kortini at mæla frá, at Watson verður útflýggjaður til Japans, tí at Japan ikki virðir mannarættindini, upplýsir ein av verjuadvokatunum, Jonas Christoffersen, sambært Ritzau.
Síðan handtøkuna hava nógvir persónar kring allan heim heitt á Danmark um ikki at útflýggja Watson.
Ein teirra er forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, sum longu fáar dagar eftir handtøkuna var í sambandi við danskar myndugleikar og gjørdi greitt, at hann ikki helt, at Watson skuldi útflýggjast.
Seinni hava 73 politikarar úr tíggju ymiskum londum heitt á Mette Frederiksen, statsministara, um at leyslata Watson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald