Ferðaskrivstovan WeTravel sum seinastu árini hevur bjóðað føroyingum sólferðir um allan heimin, víðkar nú um virksemið, og setur eisini sjóneykuna á sertúrar.
Eitt nú sertúrar við ferðaleiðara til Colosseum í Rom, Geysir í Íslandi og til Grand Canyon í Arizona. Hetta verður undir navninum WeTour, og avtala er eisini gjørd við góðkenda danska fyritøku, sum tekur sær av visum - innfararloyvum - sum krevst fyri at sleppa til ávís lond.
WeTravel sigur, at hetta skal víðka um úrvalið og raka breiðari. Ætlanin eisini er at seta eitt fólk í starv afturat, tá hetta virksemið er komið í gongd. Í dag arbeiða tvey fólk hjá WeTravel.
Virksemið hjá WeTravel byrjaði í 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald