Tey ymsu frábrigdini av korona verða nú navngivin av nýggjum. Tey fáa grikskar bókstavir sum navn. Tað hevur heimsheilsustovnurin, WHO, gjørt av.
Higartil hava frábrigdini verið kallað upp eftir tí landinum, har frábrigdið varð staðfest av fyrstan tíð.
Bretska frábrigdið skal hereftir eita Alpha, suðurafrikanska Beta, brasilska Gamma og indiska fær navnið Delta.
Sambært WHO er endamálið við at geva frábrigdunum onnur nøvn er at sleppa undan, at heilar tjóðir verða brennimerktar – stigmatiseraðar – fyri at vera upprunin til smittuna.
- Onki land skal stigmatiserast bara tí at eitt nýtt koronafrábrigdi er uppdagað og fráboðað í landinum, sigur Maria van Kerkhove, tekniskur stjóri hjá WHO.
Vísundaligu nøvnini fyri mutasjónirnar verða framvegis galdandi. Alpha eitur B.1.1.7, Beta er B.1.251, Gamma er P.1 og Delta er B.1.617.2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald