Amerikanski sjónleikarin Will Smith sleppur komandi tíggju árini ikki at luttaka á nøkrum tiltøkum hjá Oscar akademinum. Tað boðaði Oscar akademiið frá í gjár, sambært fleiri altjóða miðlum.
Hetta er revsingin fyri, at hann gav skemtaranum Chris Rock ein lúsing á pallinum, tá Oscar-virðislønirnar vorðu handaðar 28. mars.
Fyri góðari viku síðani boðaði 53 ára gamli Will Smith eisini frá, at hann hevði valt at fara úr Oscar akademinum, og fór hann eisini at góðtaka ta revsing, akademiið fór at geva honum omaná hetta.
Í gjár sendi Will Smith eisini út eina stutta fráboðan:
– Eg góðtaki og virði avgerðina hjá akademinum.
Les eisini: Nýggjur Netflix-filmur við Will Smith má bíða
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald