2018-11-29 12:26
Icelandair, sum eftir ætlan skuldi keypa WOW air, megnar kortini ikki at gjøgnumføra keypið til avtalaðu freistina. Tað boðar felagið frá í morgun.
Icelandair skrivaði undir keypsavtalu 5. november, men felagið megnar ikki at uppfylla øll krøvini fyri avtaluni áðrenn eykaaðalfundin í morgin, og felagið ynskir ikki at útseta keypið av WOW air.
Avlýsingin av keypinum eru ringastu tíðindini WOW air kundi fáa, sum hevur álvarsamar trupulleikar við gjaldføri. Fyrr í vikuni noyddist felagið at senda fýra av 20 flogførum aftur til leigufyritøkurnar, og felagið manglar í løtuni 165 milliónir krónur, skrivar check-in.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald