Á ársfundinum hjá Heimsheilsustovninum WHO, sum byrjaði í dag, lovaði kinesiski forsetin, Xi Jinping, at eitthvørt koppingarevni, sum Kina mennir, verður tøkt hjá øllum heiminum, so øll kunnu fáa ágóðan av tí.
Í Kina eru fimm royndir at menna eitt koppingarevni móti koronasmittuni komin væl ávegis. Í USA og Evropa verður eisini arbeitt við at menna eitt koppingarevni móti smittuni, sum sambært Worldometers.info hevur rakt 4,8 mió. fólk og kravt fleiri enn 317.000 mannalív.
Tá granskingararbeiðið og menningin av koppingarevninum er liðugt, verður tað tøkt hjá øllum heiminum. Tað verður ískoytið hjá Kina sum skal tryggja, at øll, eisini menningarlond, fáa atgongd til eitt bíligt koppingarevni, sigur kinesiski forsetin sambært Ritzau.
Serfrøðingar meta, at tað fer at taka í minsta lagi 12-18 mánaðar at menna eitt koppingarevni, sum riggar móti koronasmittuni, møguliga fer tað at taka longri tíð.
Les eisini: Kina lovar at stuðla kanning av koronafarsóttini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald