Innanlands

Ynskja at broyta hugmynd av Parkinson

Parkinsonfelagið skipar fyri myndaframsýning við Anders M. Leines á torginum í SMS

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-21 07:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Parkinsonfelagið skipar fyri myndaframsýning við Anders M. Leines á torginum í SMS, har ljós verður varpað á fólk, ið hava Parkinson. 

Í døgunum 22. august til 25. august verður Torgið í SMS karmur um eina myndaframsýning hjá norska fotografinum, Anders M. Leines, sum hevur ferðast kring Norra og USA og tikið myndir av fólkið, ið hava Parkinson. Endamálið við framsýningini er at geva fólki eina nýggja fatan av fólki sum hava Parkinson. Parkinsonfelagið í Føroyum skipar fyri framsýningini.  

Upprunin til myndaframsýningina: Anders M. Leines fekk staðfest Parkinson, sum ungur. Hann kundi als ikki sameina seg við myndirnar, sum brúktar vóru, tá tosað varð um fólk við Parkinson. Myndin, sum oftast var brúkt, var frá 1886 av einum gomlum sjúkum manni. Hann setti sær fyri at geva eina rættari fatan av fólki við Parkinson - at tey eru líka ymisk sum øll onnur, eru sárbar, hava dreymar, eru virkin og taka lut. Og fór hann tí at taka myndir av yngri fólkum við Parkinson.

Skráin:

- Durid sigur vælkomin.

- Anders Leines flytir fram røðu. 

- Eyðgunn Samuelsen setur framsýningina.

- Silja Johannesen og Filip Zachariassen framføra tónleik. 

- Vit bjóða kaffe, te, smákøku og sunkist.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder