2019-08-07 16:42
Turt, lítið av vindi og kanska sólin kagar fram. Um vit skulu trúgva norska YR og danska DMI, so verður gott veður í Klaksvík á Summarfestivalinum.
Fyrsta stóra konsertin á Summarfestivalinum í ár er Marius Ziska á Vágsbøi klokkan 20 hóskvøldið. Veðurstovurnar báðar eru samdar um, at tað verður turt, næstan vindstilli og møguliga sól.
Út á fríggjanáttina eisini gott turt og stilt veður, sum heldur fram allan fríggjadagin. Leygardagin veksur hann vindin nakað, 10 metrar um sekundið, men tað verður framvegis turt, siga veðurstovurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald