Tað hevur skapt nógv kjak, at tað nú skal gjaldast fyri at sleppa oman á Lógv í Saksun. Eitt portur er sett upp, har einhvør, føroyingur sum útlendingur, skal gjalda 75 krónur fyri at sleppa ígøgnum.
Til ber at gjalda við korti, og festarin fær pengarnar.
Pengarnir verða brúktir til at gjalda íløguna í portrið og terminalin og til at reka hagan, sigur André Kruse við Kringvarpið.
Festarin sigur eisini, at eingin hevur kært ella meldað avgerðina fyri at seta portrið upp.
Fyri KVF slær André Kruse fast, at okkurt skal gerast viðvíkjandi reglum um ferðing í haga. Hann leggur afturat, at fólk hava seinastu vikuna vent við við, bæði útlendingar og føroyingar, tá tey síggja portrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald