Í nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovu Føroya sæst, at í juni vóru løntakararnir 27.066 í tali. Tað er fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 27.000.
Løntakaratalið er vaksið síðani 2013 og setir framvegis nýggj met.
Talið av løntakarum var minkandi inntil í juni 2011. Fram til desember 2013 var ein heilt lítil vøkstur, men síðani tá er talið vaksið til 27.066, sum tað var í juni mánað.
Sama gongdin ger seg galdandi fyri talið av løntakarum í mun til kyn. í juni mánað vóru 14.064 mannfólk og 13.002 konufólk løntakarir. Gongdin á muninum millum kynini er eisini rættiliga støðug.
Hetta er fyrstu ferð, at løntakaratalið í bólkinum "Byggivinna o.o. tilvirking" er størri enn talið av løntakarum í bólkinum "Fiskivinna o.o. ráevnisvinna". Gongdin vísir, at meðan løntakaratalið í "Byggivinna o.o. tilvirking" er vaksið síðan 2013 við góðum 1.000 løntakarum hevur løntakaratalið í "Fiskivinnu o.o. ráevnisvinna" ligið javnt um 4.000 hesa tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald