Í dag fekk Yvirfriðingarnevndin handað 3.173 undirskriftir frá føroyingum og útlendingum, sum heita á evsta friðingarmyndugleika í landinum um at loyva Michelin-stjørnukrýndu matstovuni frammi við Gjónna at halda fram við sínum virksemi eina tíð afturat.
- Koks hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska ferða- og matstovuvinnu. Ringarnir, sum spjaðast rundan um henda dýrgripin til aðrar vinnur, kann ikki gerast upp í pengum, og tí ber tað ikki til, at matstovan við tveimum stjørnum frá Michelin má lata aftur. Tað er orsøkin til, at eg fór undir at savna inn hesar undirskriftirnar.
Tað segði Høgni Reistrup í dag áðrenn hann fór innar í dómhúsið í C. Pløyensgøtu í Havn har Yvirfriðingarnevndin var savnað á fundi.
Ikki landbúnaðarvirksemi
Fyrr í ár tók Yvirfriðingarnevndin avgerð um ikki at halda fast við sínar treytir og ikki leingja undantaksloyvið hjá Koks at reka matstovuvirksemi frammi við Gjónna eftir 1. september í ár.
Ein bygningur innrættaður til starvsfólkahøli og køk, sum kom í staðin fyri ein gamlan rustaðan fjallmannaskúr, er trupulleikin. Køksvirksemi er ikki búnaðarvirksemi. Og tað er einans bygningar til landbúnaðarvirksemi, ið kunnu byggjast á økið, sambært friðingini.
Les eisini: Bygningurin, ið kom ístaðin fyri henda kassan, er trupulleikin
Avgerðin hevur elvt til harma hjá teimum, sum halda av tí arbeiði, sum fer fram á matstovuni Koks. Tað ber ikki til, at ein heimskend matstova við tveimum Michelin-stjørnum og hópin av øðrum viðurkenningum, skal steingja orsaka av einum slíkum smáluti, tá talan kortini er um eitt fyribils loyvi, hevur hugburðurin verið.
Og helst eisini hjá teimum flestu av teimum 3.173 fólkunum, sum hava skriva undir áheitanina, sum Høgni Reistrup hevur savnað inn umvegis eina innsavning á netinum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Freistin er longd
Yvirfriðingarnevndin var – tá Høgni Reistrup kom á gátt í Dómhúsinum fyrrapartin – ikki sinnað til at taka ímóti undirskriftunum meðan miðla- og myndafólk vóru til staðar. Kanska er orsøkin tann, at Høgni er millum teirra, ið stilla upp til løgtingsvalið leygardagin – kanska er orsøkin, at soleiðis gera yvirfriðingarmyndugleikarnir bara ikki.
Men Høgni var vælkomin innar í hølið har nevndin helt sín fund fyri at leggja sína søk fram. Her fekk hann at vita, at tær 3.000 undirskriftirnar nú eisini verða partur í málinum, tá tað nú fær nýggja viðgerð.
Sakin er tann, at av tí at friðingarmyndugleikarnir nú taka upp málið av nýggjum, so kemur einki krav um at Koks skal lata aftur so leingi málið verður viðgjørt. Og ein slík viðgerð kann taka nakrar mánaðir.
Tað er festibóndin á økinum, sum hevur heitt á friðingarnevndina um at broyta friðingina, so at umrøddi køksbygningur ikki gerst partur av galdandi friðingini fyri økið.
Yvirfriðingarnevndin er hægsti friðingarmyndugleiki í Føroyum, og viðger mál, sum fyrst hava verið viðgjørd í lokalu friðingarnevndunum. Sorinskrivarin, sum í løtuni er Henrik Møller, er fastur formaður í Yvirfriðingarnevndini. Hinir limirnir eru Símun V. Arge umboðandi Fornminnissavnið, Magnus Gaard umboðandi Nátturugripasavnið og Elsa Østergaard og Michael Jacobæus umboðandi Heilsu- og Innlendismálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald