Innanlands

Yvir 40 skaðafráboðanir í Eysturkommunu

Tað er serliga í Leirvík, at vindurin hevur rakt hart, og brunaumsjónarmaðurin hjá Eysturkommunu sigur við eyp.fo, at tað var heilt nógv at gera eftir midnátt, og tað mest ógvusliga var at tekjan reiv á einum húsum við fólkið inni

(Mynd: Mathias Petersen)

(Mynd: Mathias Petersen)

2023-02-08 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sløkkiliðsmenn kring landið hava havt úr at gera seinasta samdøgrið ella so, og í Eysturkommunu hevur verið heilt nógv.

Brunaumsjónarmaðurin hjá Eysturkommunu, Sørin Djurhuus, greiddi í Góðan Morgun Føroyar frá, at teir høvdu verið nógv um at vera. Hann var á veg heim í song, tá Eysturoyarportalurin fyri løtu síðani fekk orðið á hann.

- Tað hevur verið av ringasta veðrið og sera nógv at gera tað seinasta døgnið. Frá kl. 16.00 í gjár og til miðnátt fingu vit 6 skaðafráboðanir. Men frá miðnátt og fram til kl 10.30 í morgun hava vit fingið heili 36 skaðafráboðanir. Nógv tær mestu eru úr Leirvík, har skaðarnir eru nógvir og ymiskir. Tað ógvusligasta var nokk at tekjan reiv á einum húsum við fólkið inni.

Tá Portalurin tosaði við vaktleiðaran á løgreglustøðini í Havn í morgun, frættu vit, at heilt nógvar fráboðanir vóru komnar úr Leirvík, har vindurin veruliga hevði gjørt um seg.

Les eisini: Hava fingið fleiri enn hundrað fráboðanir síðani klokkan seks í gjárkvøldið

Hetta kundi Sørin Djurhuus staðfesta, og metti hann at umleið ein triðingur av teimum mongu skaðafráboðanum í Føroyum síðani í gjárkvøldið nokk eru komnar úr Eysturkommunu. Talan er um 42 samanlagt í kommununi.

Skaði var millum annað í Effo í Leirvík og í Magn í Gøtudali, og eingin skúlagongd er í kommununi í dag.

Les eisini: Magn í Gøtudali hevur fingið skaða

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder