Stóra ferðamannaskipið Zuiderdam kemur inn á Runavíkar Havn komandi leygardag 11. august og liggur við kai frá kl. 7.00 til 17.00. Seinast Zuiderdam vitjaði í Runavík var á sumri í 2016.
Runavíkar Havn og Visit Runavík eru væl fyrireikað at taka ímóti ferðafólkunum og hava skipað móttøkuna væl við ymsum upplivingum í økinum. Millum annað verður móttøkutiltak uttanfyri Visit Runavík kl. 12.00 við føroyskum dansi.
Øll eru vælkomin at luttaka. Zuiderdam er 291 metrar langt, og umborð eru umleið 2.200 ferðafólk úr USA og Canada og manningin telur 850 fólk. Tað er reiðaríið Holland America Line, sum eigur skipið og føroyska umboðsfelagið er Tor Shipping.
Runavíkar Havn og Visit Runavík gleða seg at taka ímóti Zuiderdam!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald