Uttanlands

- Danmark skal ikki lata seg stýra av Russlandi

Og danir skulu ikki vera ræddir fyri, hvat russarar halda, staðfestir Jeppe Bruus, í sambandi við, at Danmark hevur keypt álopsrakettir. - Vit skulu gera alt fyri at verja Danmark í samstarvið við grannarnar og NATO.

Á tíðindafundi seinnapartin í dag, segði danski verjumálaráðharrin, at hetta eru týðandi íløgur fyri Danmark í støðuni, man er í. Tó vildi Buus ikki fara í nakrar smálutir um sjálv vápnini (Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix)

Á tíðindafundi seinnapartin í dag, segði danski verjumálaráðharrin, at hetta eru týðandi íløgur fyri Danmark í støðuni, man er í. Tó vildi Buus ikki fara í nakrar smálutir um sjálv vápnini (Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix)

2026-10-22 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur vakt stóran ans í Danmark, at tað hósdagin kom fram, at danska stjórnin hevur bílagt álopsrakettir, sum røkka til Russlands.

Talan er um eina norsk-amerikanskt framleidda álopsvápnaskipan, sum herurin kann nýta við sínum F-35 flogførum. Hetta verður gamaní ikki tøkt fyrrenn um nøkur ár; rakettirnar eru bílagdar fyri nøkrum mánaðum síðani, sambært TV2.

Tað er einki nýtt í, at danir upprusta á vápnaøkinum. Men tað hevur áður snúð seg um verju. Nú skal eisini verða gjørligt at leypa á; at svara aftur, staðfestir Jeppe Bruus.

Á tíðindafundi seinnapartin í dag, segði danski verjumálaráðharrin, at hetta eru týðandi íløgur fyri Danmark í støðuni, man er í.

Russar hava verið skjótir úti og sett spurnartekin við donsku avgerðina. Spurdur um hetta ikki fer at erta - provokera - russar meira, svaraði Jeppe Bruus:

- Alt vit gera, gera vit fyri at verja Danmark. Hetta í samstarvi við okkara nábúgvar og í samstarvi við NATO. Har skal man finna tryggleika í, at vit eru partur av heimsins sterkasta verjusamstarvi. Og av tó at vit hava tættar nábúgvar, so eru vit nógvar ferðir størri enn Russland.

Jeppe Bruus segði eisini, sambært tv2.dk, at Danmark ikki skulu lata seg stýra av ella vera ræddir fyri, hvat russar halda.

Tað er ikki endaliga greitt enn, júst hvussu nógvar rakettir talan er um. Tað vilja myndugleikarnir ikki upplýsa. Heldur ikki um, nær álopsvápnini vera til reiðar at nýta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder