Innanlands

– Eingin nýtist at sita einsamallur jólaaftan

Hetta sigur Pól Johannessen trúboðari, ið skipar fyri jólahaldinum í KFUM &K í Klaksvík. Í KFUK í Havn verður líknandi tiltak eisini sum vanligt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-12-16 08:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trúboðin skrivar, at bæði í KFUM í Klaksvík og í KFUK í Havn verða jólaaftanshald fyri tey, sum annars sita einsamøll jólaaftan.

Louisa Niclasen, skrivari í KFUK sum leggur tiltakið til rættis í Havn: 

– Í ár hava onnur eisini bjóðað seg fram at hjálpa til, so tað er so hugaligt at skipa fyri. Dyrnar verða latnar upp klokkan 16.30, og eina løtu áðrenn klokkan 18 koyra vit út eftir teimum síðstu her í Havn, ið ikki eru so løtt á fótum

Áleið 20 fólk eru vanliga til árliga tiltakið í Havn. Louisa Niclasen sigur við Trúboðan, at teir løgmenn, ið hava búð í Havn, hava vanliga stokkið inn á gólvið at heilsa.

Í KFUM&K í Klaksvík verður jólaaftanshaldi fyri tey, ið tørva onkran at halda jól saman við á sjeynda sinni. Har er jólaaftanshaldið í Havn fyrmyndin Tað er Pól Johannessen, trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum skipar fyri saman við konuni og børnunum. Tey í samkomuni hjápa eisini við ymiskum praktiskum. 

Hoyr Pól Johannesen greiða nærri frá haldinum omanfyri. 

Bæði í Klaksvík og í Havn verður jólamatur, sangur, jólapakkar verða á fáa v.m.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder