Svenski flokkurin, Centerpartiet, fer nú aftur undir samráðingar við høgraveingin, tað eru flokkarnir Moderaterna, Kristdemokraterna og Liberalerna.
Hetta hendir eftir at samráðingarnar um ein reyð-grønan meiriluta eru endaðar úrslitaleysar. Tað skrivar forkvinnan í Centerpartiet, Elisabeth Thand Ringqvist á X.
Hon greiðir frá, at Centerpartiet, Socialdemokraterna og Miljöpartiet sendu sítt seinasta boð til Vänsterpartiet um at slóða veg fyri at gera Magdalena Andersson til stjórnarleiðara.
- Tilboðið fór langt, bæði politiskt og í mun til hvussu vit skulu samstarva. Enn hava vit ikki fingið greið boð frá Vänsterpartiet, ið geva okkum møguleikar at koma víðari, skrivar hon og leggur afturat.
- Men vit ætla ikki at støðga við royndunum at finna ein stjórnarmeiriluta. Svøríki tørvar eina stjórn og tí mugu vit lata fleiri dyr upp, og ikki lata nakra aftur. Vit fara aftur í samráðingar við Moderaterna, Kristdemokraterna og Liberalerna.
Val til ríkisdagin var í Svøríki 13. september, og úrslitið vísti ikki greitt á eina stjórn. Fleiri floksleiðarar hava higartil havt møguleika fyri at royna at skipa meiriluta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald