At fyrrverandi løgreglumaðurin, Derek Chauvin er funnin sekur í at hava dripið George Floyd er eitt stig á røttu leiðini.
Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden, tá hann í gjárkvøldið helt røðu fyri amerikonsku tjóðini, eftir at dómurin varð sagdur í rættinum.
Samstundis undirstrikaði hann, at ein slíkur dómur er alt ov sjáldsamur í einum landi, sum er so nógv plágað av rasismu í samfelagnum.
– Hetta kann gerast eitt stórt stig frameftir í jagstranini eftir rættvísi í USA, segði amerikanski forsetin sambært fleiri tíðindastovum.
Joe Biden heitti eisini í hesum sambandi á amerikanarar um at standa saman.
– Tíðin er komin fyri tjóð okkara at standa saman sum amerikanarar, segði hann.
Biden legði afturat, at hóast dómurin hjá Derek Chauvin sendi eitt greitt signal, er framvegis tørvur á broytingum.
Les eisini: Løgreglumaður funnin sekur í at hava dripið George Floyd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald