Uttanlands

– Eitt vanlukkuligt moralskt mistak

Aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO mælir staðiliga til eitt meira rættvíst býti av koppingarevninum

Aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

Aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

2021-01-18 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO, sigur at heimurin er ávegis til at fremja eitt "vanlukkuliga moralskt mistak" í sambandi við útbýtingini av koppingarevni.

Hann mælir staðiliga til eitt meira rættvíst býti av skamtunum við koppingarevni – um allan heimin.

– Siðurin við "eg fyrst" setir ikki bert tey fátækastu og veikastu í vanda, men hann tekur eisini undan okkum sjálvum, sigur hann sambært Ritzau.

Hendan mannagongdin fer í síðsta enda bert at leingja farsóttina, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Í vikuni kom Hans Kluge, evropeiskur stjóri hjá Heimsheilsustovninum við einari líknandi útsøgn.

Tá vísti hann á, at nøkur fá lond høvdu tryggjað sær 95 prosent av koppingarevninum, og mælti hann eisini til, at tað varð býtt meira rættvíst út, tí vit hava ikki ráð at sleppa summi lond upp á fjall.

Les eisini: Heimsheilsustovnurin: Tíggju lond hava fingið 95 prosent av koppingarevninum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder