Frá fríggjadegnum og fram til týsdagin skulu ukrainar í fýra landslutum, sum í høvuðsheitum er stýrdir av Russlandi, taka støðu til, um tey ynskja at gerast partur av Russlandi.
Fólkaatkvøða er í Luhansk, Donetsk, Kherson og Zapor.
Talan er um fólkaatkvøður, sum eru í stríð við ST-sáttmálan og fólkarættin, siga stóru G7-ídnaðarlondini – Kanada, Frakland, Týskland, Italia Japan, Stórabretland og USA – í felags fráboðan, sum Hvítu Húsini hevur almannakunngjørt.
– Vit fara ongantíð at viðurkenna hesar atkvøður, stendur m.a. í fráboðanini.
ES og ST hava eisini fordømt fólkaatkvøðurnar, sum tey siga eru ólógligar.
Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin sigur, sambært Ritzau, at verður Donbas-økið – Luhansk og Donetsk – innlimað í Russland, fara tey í Russlandi at síggja eitthvørt álop á Donbas sum eitt álop á Russland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald