Hóast støðuna við gasleka í Eystursjónum, er Radikali vinstraflokkurin framvegis til reiðar at atkvøða fyri einum misáliti á Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um hon ikki úrskrivar val í seinasta lagi 4. oktober, tá fólkatingið kemur saman aftur eftir summarsteðgin.
Tað sigur Sofie Carsten Nielsen, forkvinna, sum í summar heitti á Mette Frederiksen um at útskriva val skjótast gjørligt, hóast fólkatingsval í seinasta lagi skal vera 4. juni næsta ár.
Hon sigur, at hóast serligu støðuna, er tað ikki nakað, sum fær ein skjótan enda, og er talan ikki um eitt beinleiðis álop á Danmark.
– Tí hava vit ikki brúk fyri enum átta mánaðar langum valstríði. Vit hava tørv á einum vali. So vit kunnu koma víðari frá valstríðnum.
Sophie Løhde, politiskt framsøgufólk hjá Vinstra sigur eisini, at støðan í Eystursjónum ikki skal gerast ein forðing fyri at úrsktiva fólkatingsval í heyst.
– Danmark hevur í roynd og veru verið í einum valstríði, síðan Tey Radikalu góvu Mette Frederiksen eitt ultimatum, eftir at Minkanevndin var komin við hvøssum atfinningum móti forsætisráðharranum og leiðslu hennara, sigur hon sambært Ritzau.
– Land okkara hevur stórar avbjóðingar, sum skulu loysast, og har er brúk fyri einum fólkatingsvali, so vit kunnu fáa ein nýggjan forsætisráðharra og eina borgarliga-liberala stjórn, sum vil taka ábyrgd og skapa búskaparligan tryggleika fyri danir og leiða okkum trygt gjøgnum orkukreppuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald