Uttanlands

– Halda fram til vit hava bjargað Donetsk

Leiðarar í fleiri ukrainskum landslutum hava eftir fólkaatkvøðu sent russisku stjórnini umbøn um innliman í Russland

Maður á fólkaatkvøðu í býnum Mariupol (Mynd: EPA)

Maður á fólkaatkvøðu í býnum Mariupol (Mynd: EPA)

2022-09-28 14:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiska hernaðarliga atsóknin í Ukraina heldur í minsta lagi fram, til alt Donetsk er "bjargað", sigur Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini.

Í gjár endaðu umstríddu fólkaatkvøðurnar í fleiri ukrainskum landslutum um at innlima teir í Russland, og stjórnin í Moskva hevur longu fingið umbøn frá russiskt-innsetta leiðaranum í Luhansk-landslutinum, Leonid Pasetsjnik um at gera landslutin til part av Russland. Ein líknandi umbøn kom frá Vladimir Saldo, sum Russland setti sum leiaðra í Kherson-landslutinum eftir innrásina 24. februar.

Denis Pusjilin, leiðari í Donetsk, sigur, at enn er nógv arbeiði eftir at gera fyri at tryggja landaøkið hjá tí, sum hann nevnir "Fólkalýðveldið  Donetsk". Enn eru fleiri økið, sum fyribils eru hersett av Ukraina, sigur hann sambært Ritzau.

Prorussiskir myndugleikar hava boðað frá, at meirilutin av atkvøðunum í teimum fýra ukrainsku landslutunum vóru fyri innliman í Russlandi.

Fólkaatkvøðurnar í Donetsk, Luhansk, Kherson, og Zaporizjzja verða ikki viðurkendar av vesturheiminum og fleiri sameindum hjá Russlandi, eitt nú Serbia og Kasakstan, sum vísa til ST-reglur og siga, at fólkaatkvøðurnar eru ólógligar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder