Mentan

- Hetta er mín tulking, vónandi dámar tykkum

Frumframførsla av gásadalsfilminum var í gjárkvøldið - í kvøld byrja almennu sýningarnar

Leikstjóri og høvuðsleikarar undan frumframførsluni í Kongshøll í gjárkvøldið. Frá vinstru Hedda Rehn, Sébastien Courivaud, Vígdis Hentze Bjørck, Richard Hobert og Rudi Køhnke (Mynd: Sverri Egholm)

Leikstjóri og høvuðsleikarar undan frumframførsluni í Kongshøll í gjárkvøldið. Frá vinstru Hedda Rehn, Sébastien Courivaud, Vígdis Hentze Bjørck, Richard Hobert og Rudi Køhnke (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-01 11:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Jú eg eri meira spentur nú, enn tá filmurin varð frumsýndur í Stockholm. Eg óttist eitt sindur fyri, um tað nú eru føroyingar, sum als ikki fara at góðtaka mína versjón av hesi ótrúligu søguni úr Gásadali.

Soleiðis segði svenski filmsleikstjórin Richard Hobert undan føroysku frumsýningini av filminum ”Fågelfångarens Son”. Frumsýningin fór fram í Kongshøll á Vestaru bryggju í gjárkvøldið. Í kvøld byrja almennu sýningarnar av filminum í Havnar Bio.

Fangaður av søgnini
Tað er eftirhondini nøkur ár síðani, at Daniella Strandberg, sørvingur búsitandi í Svøríki, fortaldi Richard Hobert tað lítla hon hevði fingið at vita frá pápa sínum, Malmberg Simonsen, um Frans í Gásadali og uppruna hansara.

Richard varð fangaður av søguni um fátæksligu hjúnini, sum valdu at gera nakað óvanligt fyri at fáa ein son og tessvegna varðveita garðin í familjuni.

Nú, eini sjey ár seinni, er filmurin so vorðin veruleiki. Undan tí hevur Richard Hobert eisini givið út gásadalssøgnina út sum skaldsøga eisini.

- Hetta er ein føroysk søgn í mínari tulking. Mín søga er nokk ikki tann sama, sum veruliga søgan, og hvør kennir hana í dag? Men eg veit, at tað eru nógv í Føroyum, sum eiga lut í hesi søguni – eg hugsi serliga um eftirkomararnar – og eg eri spentur um, hvussu tey fara at taka ímóti mínari tulking, segði Richard Hobert undir filminum.

Hann greiðir frá, at hann millum annað hevur flutt handlingina í tíð. Søgnin er frá 1820’unum, men í filminum eru vit seint í 1800-talinum.

myndirnar frá frumframførsluni

Ein heil bygd aftanfyri
Filmurin varð sýndur í gjárkvøldið fyri teimum nógvu fólkunum, sum hava hjálpt til við at gera ”Fågelfångarens Son” til veruleika. Føroyskum leikarum, statistum og hjálparfólki, serliga bygdarfólkinum í Bø, sum veittu filsmiðnum bestu umstøður.

- Ein heil bygd stóð á høvdinum fyri filmsliðnum. Tit eiga eina heilt serliga tøkk. Hetta vísir, hvat vit megna at lyfta, um vit veruliga vilja tað, segði Jan Berg Jørgensen, sum samskipaði framleiðsluna í Føroyum vegna framleiðslufelagið Faroe Film.

Við Faroe Film sum íleggjari partur av eigarunum av filminum, er her eisini talan um fyrsta føroyska filmin, har so stórur partur av framleiðsluni hevur verið føroyskur.

Faroe Film er eitt felag, sum Johannes Jensen er stjóri fyri og er stovnað saman við eitt nú Atlantsflog og Visit Faroe Islands.

- Vit ynsktu, at ein føroyskur eigaraskapur var í filminum, og hava eisini sett krøv um at upptøkan fór fram í Føroyum við flest møguligum føroyingum við í framleiðslu og á lørifti, segði Johannes Jensen eftir sýningina í gjárkvøldið.

Stórur fagnaður
Eftir sýningina í gjárkvøldið var fagnaðurin stórur. Umframt Richard Hobert, filmsleikstjóra og stóran part av hansara hjálparum, vóru eisini fleiri av útlendsku sjónleikarunum við til frumframførsluna, so sum Vígdis Eliesarsdóttir Hentze Bjørck og Rudi Køhnke, sum spæla høvuðsleiklutirnar. Við vóru eisini Sébastien Courivaud og Hedda Rehn umframt stóri hópurin av føroyskum leikarum og statistum.

Millum føroysku børnini, sum hava ein berandi lut í filminum eru Mattias Djónason Eidesgaard, sum spælir drongurin Frans og so Fía Mortensen og Ása Pálsdóttir, sum spæla systir Frans, Vígdis, í yngri og eldri útgávu. 

Les ummælið: "Sonur Fuglafangarans" veruleikakendur og beinrakin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder