Í gjár skolaði ein deyður hundur upp á Leynasand. Tað var Jan Faulkner Mouritsen, sum fann hundin, og hann boðaði løgregluni frá hesum.
Jan Faulkner Mouritsen legði nakrar myndir av deyða hundinum á Facebook, og nakrar av viðmerkingunum til myndina snúðu seg um at finna fram til hvør hevði gjørt hetta við neyðars hundin.
Men av løgreglustøðini verður sagt, at tað er torført at finna fram til eigaran av hundum, sum verða funnir.
- Vit royna at finna eigaran. Tað verður gjørt við at vita um onkur kennir hundin, um hann hevur nakað serligt eyðkenni, okkurt hálsband ella kanska eitt chip, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Hóast at deyðir hundar verða funnir, har illgruni er um at okkurt óvanligt er farið fram, ikki er óvanligt í Føroyum, so metir vakthavandi á løgreglustøðini ikki, at hetta er nakað, sum vanliga kemur fyri.
Les eisini: Deyður hundur skolaði upp á Leynasand
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald