Tað fekk øði í nógv, tá ið eitt video varð lagt út sunnudagin, sum vísti ein burturhugaðan bilførara, ið koyrdi á nakrar gæs, sum vóru á veg yvirum vegin við Leynatunnilin. Men lastbilførarin, sum legði upptøkuna út á netið, sigur, at hetta er bert ein brøkpartur av tí, ið lastbilsjafførar dagliga uppliva í ferðsluni.
Les eisini: Løgreglan: - Hetta handlar ikki um gæs, men um at leggja myndir út av fólki uttan samtykki
- Tað, sum hendi sunnudagin, var, at fyrst kom ein bilur úr Leynatunlinum, sum sá gæsnar og sneiddi spakuliga rundanum gæsnar og koyrdi víðari. Samstundis kemur viðkomandi bilur, ið rendi á, aftaná og blívur við at koyra við somu ferð - og tað síðsta, eg síggi, tá eg koyri framvið bilføraran, er, at viðkomandi hyggur ikki eingongd upp, sigur lastbilførarin.
- Hann koyrdi forbí allan treylaran sum hann var, áðrenn hann legði til merkis, at hann hevði eina gás undir bilinum. Og um tann fyrsti bilurin hevði steðgað, so hevði viðkomandi rent so beint í reyvina á honum, sigur lastbilførarin.
Lastbilførarin sigur, at tað var ongantíð ætlanin, at nakar skuldi heingjast út, ella at sjónbandið skuldi kunna deilast millum fólk, og hann hevur tí tikið tað niður aftur.
- Eg haldi ikki ordiliga, at allur sannleikin kemur fram, og tað er tað, sum feilar. Eg dugi ikki at siga, hvør viðkomandi er - og um nakar annar hevur tikið mynd, sum navngevur persónin, so skal eg so ikki standa til svars fyri tað.
- Tað er keðiligt, at fólk fáa ilt í reyvina av tí, tí tað er sum so líkamikið, hvør talan er um. Sjónbandið varð langt út fyri at vísa á, hvussu grelt tað stendur til í ferðsluni í Føroyum. Fólk vita slett ikki hvat fyrigongur í ferðsluni, men vit síggja tað - vit sita so høgt, at vit síggja alt, sigur lastbilførarin og leggur afturat, at løgreglan ikki hevur tikið samband upp við hann enn um at hava tikið mynd uttan samtykki.
Hann heldur, at tað átti at borið til hjá løgregluni at brúkt upptøkurnar frá lastbilunum fyribyrgjandi, tí løgreglan fær ikki verið allastaðni uppá ein gang.
- Hevði tað verið sum í Norra, so høvdu teir stóru bilarnir givið løgregluni upptøkurnar, og so kann løgreglan brúka tilfarið. Tað er ikki til at skilja, at løgreglan ikki kann brúka upptøkur frá lastbilum, tí lógin ikki heimilar tí. Mann kann fyribyrgja óluksáliga nógvum ferðsluvanlukkum við upptøkunum, sigur lastbilførarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald